Kristnastova er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn. Her hittast útsetar úr øllum Føroyum til sang og undirvísing úr Bíbliuni, til prát og samveru.
Kristnastova hevur sum mál:
- at vísa fólki á Frelsaran, Jesus Kristus
- at hjálpa trúgvandi at mennast í trúnni á Jesus
Hesum málum vilja vit náa gjøgnum møti og onnur tiltøk, har boðskapurin um Jesus verður boðaður.
Vit leggja dent á sunna læru úr Bíbliuni, á góðan tónleik og lovsong og á kveikjandi prát og samveru.
Dentur verður eisini lagdur á felags uppbygging í húsbólkum og til tænastu millum kristin eins væl og ikki-kristin.