Um Kristnastovu

Kristnastova er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn. Her hittast útsetar úr øllum Føroyum til sang og undirvísing úr Bíbliuni, til prát og samveru.

Kristnastova hevur sum mál, at vísa fólki á Frelsaran, Jesus Kristus og at hjálpa trúgvandi at mennast í trúnni á Jesus. Hesum málum vilja vit náa gjøgnum møti og onnur tiltøk, har boðskapurin um Jesus verður boðaður. Vit leggja dent á sunna læru úr Bíbliuni, á góðan tónleik og lovsong og á kveikjandi prát og samveru. Dentur verður eisini lagdur á felags uppbygging í húsbólkum og til tænastu millum kristin eins væl og ikki-kristin.

Her eru vit

Kristnastova liggur úti á Amager, umleið 8 minuttir til gongu frá metrostøðini Femøren.
Adressan er Birmavej 36, 2300 København S. Her eru vit

Samband

Tú ert altíð vælkomin til at seta teg í samband við okkum. Trýst her

Bøn

Virksemið í og út frá Kristnastovu er fyrst og fremst kristiligt og andaligt. Okkum tørvar Guds signing og vegleiðing, og virðismeta tí at biðið verður fyri okkum og verkinum.

Peningaligur stuðul

Stovnurin Kristnastova eigur og rekur kristiligu miðstøðina á Birmavej 36. Virksemið verður stuðlað av samkomum og einstaklingum í Føroyum og aðrastaðni. Kristnastova hevur kontu í Betri Banka og Handelsbankanum. Upplýsingar um kontunummur fáast við at seta seg í samband við okkum í Kristnastovu – kristnastova@kristnastova.dk.
Samkoman í Kristnastovu er fíggjarliga óheft av stovninum, men leigar hølir frá stovninum. Virksemið hjá samkomuni verður borið av útisetum, ið rokna samkomuna í Kristnastovu sum sítt andaliga heim. Stuðul til samkomuna kann latast á møtum sunnumorgun, og eisini ber til at flyta pening á kontu, sum kann fáast upplýst í Kristnastovu.