Um Kristnastovu

Kristnastova er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn. Her hittast útsetar úr øllum Føroyum til sang og undirvísing úr Bíbliuni, til prát og samveru.

Møti og tiltøk

Sunnumorgnar kl 11 og Fríggjakvøld kl 20 eru tey vanligu møtini. Til ber at síggja fleiri tiltøk á síðuni

Tiltøk

Finn okkum

Kristnastova
Birmavej 36
DK-2300 København S

Soleiðis kemur tú fram!

Søgan

Kristnastova byrjaði í 1973, sum ein útrættur armur frá samkomum í Føroyum til útisetar í Danarmk.

Les meir her

Stuðla

Kristnastova verður hildið uppi á sjálvbodnum gávum. Eisini er týdningarmikið at biðja fyri arbeiðinum.

Stuðla Kristnastovu

Kristnastova hevur sum mál

At vísa fólki á Frelsaran, Jesus Kristus og at hjálpa trúgvandi at mennast í trúnni á Jesus. Hesum málum vilja vit náa gjøgnum møti og onnur tiltøk, har boðskapurin um Jesus verður boðaður. Vit leggja dent á sunna læru úr Bíbliuni, á góðan tónleik og lovsong og á kveikjandi prát og samveru. Dentur verður eisini lagdur á felags uppbygging í húsbólkum og til tænastu millum kristin eins væl og ikki-kristin.

Núverandi leiðslan í Kristnastovu


Niels Pauli & Dora Nónstein

Birmavej 36, 1
2300 København S
Tlf. (+45) 32 55 18 09
kristnastova@kristnastova.dk

Øssur & Susan Berghamar

Peter Appelsvej 38
3660 Stenløse
Tlf. (+45) 35 14 00 93
berghamar@kristnastova.dk