Sunnudagsskúlin

Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag, samstundis sum møtið er. Fyrsta partin av møtinum eru øll, bæði børn og vaksin, saman í salinum. Tá ein lítil hálvur tími er gingin, fara yngru børnini (0-8 ár) niður undir í sunnudagsskúlan. Eitt sindur seinni fylgjast eldru børnini (9 ár og eldri) við sunnudagsskúlalæraranum uppá í stovuna, har tey saman læra meira um Bíbliuna og Gud. Niðri undir syngja børnini nógvar sangir saman, og síðani verða tey býtt í tveir flokkar (0-4 ár og 5-8 ár), har tey hoyra søgu, og spæla ella gera (okkurt) ítriv. Tá møtið er liðugt, er ábit at fáa í salinum.

Í summarferiuni og á jólum er ongin sunnudagsskúlin. Sí ”komandi tiltøk”.