| Śr Oršinum: | Men Hann varš sęrdur fyri brot okkara, sorašur fyri misgeršir okkara; straffin varš lųgd į Hann, so vit skuldu hava friš, og viš sįrum Hansara eru vit grųdd - Esaias 53,5 |
Fríggjakvøld kl. 20 er møti viš tónleiki, lovsongi og einum bošskapi úr Guds orši. Onkuntíš greišir onkur frá sínum upplivingum saman viš Harranum. Eftir møtiš finnur tú altíš onkran at práta viš yvir einum drekkamunni.
Um summariš og um jóltíšir er einki fríggjakvøldsmøti, av tí at fleiri fólk eru í feriu heima í Føroyum. Møtini sunnudag verša hildin alt áriš uttan stešg.
Sunnumorgun er møti kl. 11. Møtiš byrjar viš sangi og tónleiki, og hildiš veršur síšani áfram viš fríari tilbišan, breyšbróting og undirvísing úr Bíbliuni. Eftir møtiš er ein lættari máltíš at fáa. Sunnudagsskúli og barnaansing eru, samstundis sum møtiš er.
Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag, samstundis sum møtiš er. Fyrsta partin av møtinum eru børnini saman viš foreldrunum. Tá ein lítil hálvur tími er gingin, fara børnini í sunnudagsskúla og til barnaansing. Ķ sunnudagsskúlanum syngja børnini nógvar sangir saman, og síšani hoyra tey søgu. Tey børn, sum eru ov lítil ella ikki orka at lurta eftir søgu, eru til barnaansing. Eftir søguna eru spøl og ítriv á skránni. Tá møtiš er lišugt, koma foreldrini eftir børnunum, og øll eta eina lætta máltíš.
Síšsta mánakvøld í hvørjum mánaši kl. 20 er bønakvøld í Kristnastovu. Vit byrja viš einum drekkamunni og práti. Síšani verša ymisk bønaevni løgd fram, sum vit so bišja fyri. Umleiš kl. 21 práta vit viš onkran trúbošara umvegis skype. Bønamøtini verša hildin í stovuni uppiá, og eru sera óformell.
Einar 2 til 3 feršir um áriš bjóša vit eldri føroyingum til eina hugnaløtu viš sangi, bošskapi og einum góšum bita.
Hvørt heyst veršur skipaš fyri legu. Legan liggur í seinnu helvt av heystferiuni hjá donsku skúlunum - frá hósdegi til sunnudag.
Ķ septembur mánaši er eitt serligt hugnakvøld fyri tey, sum eru nżggj í Keypmannahavn.
Av og á veršur skipaš fyri eyka tiltøkum. Til dømis er kvinnudagur einaferš um áriš, eitt tiltak í Føroyahúsinum av og á og ymisk tiltøk um jóltíšir.
Ųll tiltøk í og út frá Kristnastovu verša lżst á heimasíšuni. Til ber eisini at tekna seg til at fáa teldupost um tiltøk í Kristnastovu. Hetta gert tú við at skriva tína teldupostadressu ķ teigin til høgru undir "Kristnastovutķšindi".