| Úr Orðinum: | Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd - Esaias 53,5 |
Virksemið í og út frá Kristnastovu er fyrst og fremst kristiligt og andaligt. Okkum tørvar Guds signing og vegleiðing, og virðismeta tí at biðið verður fyri okkum og verkinum.
Virksemið hjá stovninum Kristnastova verður borið av sjálvbodnum gávum. Stuðulin kemur frá samkomum og einstaklingum í Føroyum. Býrt tú í Føroyum og vilt stuðla verkið í Kristnastovu, kann stuðulin latast á hesar kontur í føroyskum peningastovnum:
BankNordik: 6460-159.451.8
Eik Banki: 9181-410.945.9
Norðoya Sparikassi: 9865-103.377.2
Samkoman í Kristnastovu er fíggjarliga óheft av stovninum, men leigar hølir frá stovninum. Virksemið hjá samkomuni verður borið av útisetum, ið rokna Kristnastovu sum sítt andaliga heim. Útisetar, sum vilja lata samkomuni pening, kunnu seta peningin inn á hesa kontu:
Danske Bank: 1551-225.480.8
Ein partur av inntøkunum hjá Kristnastovu kemur frá sølu av brúktum frímerkjum. Meira fæst at vita um frímerkjaklipping og -sølu her.