| Úr Orðinum: | Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd - Esaias 53,5 |
Sjúklingatænastan er ein týðandi táttur í virkseminum hjá Kristnastovu. Hvørja viku vitja vit føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Keypmannahavn.
| Niels Pauli Nónstein | Øssur Berghamar | |
| nonstein(a)gmail.com | berghamar(a)kristnastova.dk | |
| tlf. 50 54 71 97 | tlf. 26 12 18 09 |
Kenna tit onkran sjúkling, sum hevði verið glaður um eina vitjan, eru tit vælkomin at siga okkum frá.
Fyri at kunna finna fram til sjúklingarnar, tørvar okkum at vita teirra fulla navn og hvørjum sjúkrahúsi teir liggja á.
Hvønn hósdag kl. 20.30 er andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Kristnastova heldur hesa andakt aðruhvørja viku – í líkaviku.
Til hesar andaktir syngja vit saman, hoyra solosang og hoyra eitt orð úr Bíbliuni.
Sjúklingahotellið Tórshavn
Tåsingegade 29,5
2100 København Ø
Tlf. 77 33 64 64
www.hoteltorshavn.dk