Seniorsamkoma 7. desember

Mikudagin 7. desember verður seniorsamkoma í Kristnastovu. Hetta er ein samkoma fyri eldri útisetar. Løtan byrjar við einum frokostbita kl. 12.30 og endar umleið kl. 15.30. Vit syngja jólasangir saman, hugleitt verður um ymist, sum hevur áhuga hjá eldru útisetunum, og Orðið verður eisini talað.

Tey, ið ynskja at vera við, verða biðin um at siga frá – antin á telefon 32551809 ella kristnastova@kristnastova.dk

Skriv et svar