Nýggja hvønn ein morgun

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stuttur sangur við einum versi, sum umtalar náði og trúfesti Harrans. Hann var eisini sungin nýggjársaftans morgun, tá vit nakrar tímar eftir skuldu fara inn í nýggja árið 2024: Óbroytiligur er kærleiki Harrans.

Hálva øldin hátíðarhildin

Sólin skein so fagurliga hendan seinnapartin í oktober, tá ein skari av fólki hittust í Lívdini í Hoyvík fyri at markera 50 árini, síðani byrjað var við verkinum á Oxford Allé á Amager. Hetta var ein sannur hátíðardagur, har vit sóu eina góða og áhugaverda blanding av fyrrverandi útisetum

Góð tíðindi fyri útisetar

Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong.

50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði.

Lega á NE einaferð enn

Í dag 19. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje. Hetta er 21. árið, at legan verður hildin á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.

Farin um tey fimti ár

Hósdagin 21. september vóru 50 ár liðin síðani fyrsta samkoma varð hildin í íbúð okkara á Oxford Allé. Samkoman var eitt fríggjakvøld, og síðani hava tær sokallaðu “fríggjakvøldssamkomurnar” verið hildin uttan íhald –

Kristnastovulegan 2023

Hjartaliga vælkomin á Kristnastovulegu á Nordsjællands Efterskole. KRISTNASTOVULEGAN 2023 Komið burtur úr stórbýinum og njótið eitt langt vikuskiftið saman við øðrum føroyingum “ude på landet”. Her verður nakað fyri stór og smá, bæði til likam og sál.Á skránni verða bíbliutímar, barnaløtur, postarenning, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál og snobrød, og ikki at gloyma fríløturnar, tá fólk […]

VITJANIN AV EBENEZERKÓRINUM

Eftir at hava sungið í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin 30. mai fór Ebenezerkórið heim aftur til Føroya eftir fimm daga ferð í Danmark. Hesar dagarnar um hvítusunnuna vitjaði kórið á fleiri støðum í Jyllandi, steðgaðu á í Odense, og luttóku so á fýra støðum á Keypmannahavnarøkinum

1. HVÍTUSUNNUDAG 28.

Sunnudagin – 1. hvítusunnudag –  kl. 11 verður møti og sunnudagsskúli í Kristnastovu – tó eitt sindur øðrvísi enn vit plaga, av tí at vit hava vitjan av Ebenezerkórinum.

FORVITNISLIG VITJAN

Á hvítusunnu kemur Ebenezerkórið til Danmarkar. Tey fara at syngja á trimum støðum í Jyllandi 26 og 27. mai, og so syngja tey eisini í Odense 27 mai. Haðani liggur leiðin til Keypmannahavnar, har skráin er hendan:Sunnudag 1. hvítusunnudag, 28. mei syngur kórið á tveimum støðum. Tey luttaka í Kristnastovu sunnudag eftir vanliga møtið, og […]