Oddur á Lakjuni vitjar

Í døgunum 21. til 24. mars kemur Oddur á Lakjuni at vitja.

Hóskvøldið 21. mars kl. 20 í festlokalinum ‘Sumpen’ á Oyrasundskollegiinum verður cafe og fyrilestur við Oddi, har evnið er “Er Nýggja Testamentið søguliga álítandi?”

Fríggjakvøldið 22. mars kl. 20 er møti sum vant í Kristnastovu, og Oddur kemur at tala.

Leygardagin 23. mars kl. 10.30-14.30 í Kristnstovu kemur Oddur at fara í dýbdina um søguliga trúvirði í Nýggja Testamenti. Tilmelding á facebook ella við at skriva til kristnastova@kristnastova.dk.

Sunnudagin 24. mars kl. 11 er møti og sunnudagsskúli sum vant í Kristnastovu. Eftir breyðbrótingina kemur Oddur at tala.