Møtir

Fríggjakvøldsmøtið
Fríggjakvøld kl. 20 er møti við tónleiki, lovsongi og einum boðskapi úr Guds orði. Onkuntíð greiðir onkur frá sínum upplivingum saman við Harranum. Eftir møtið finnur tú altíð onkran at práta við yvir einum drekkamunni.

Um summarið og um jóltíðir er einki fríggjakvøldsmøti, av tí at fleiri fólk eru í feriu heima í Føroyum. Møtini sunnudag verða hildin alt árið uttan steðg.
Sunnudagsmøtið
Sunnumorgun er møti kl. 11. Møtið byrjar við sangi og tónleiki, og hildið verður síðani áfram við fríari tilbiðan, breyðbróting og undirvísing úr Bíbliuni. Eftir møtið er ein lættari máltíð at fáa. Sunnudagsskúli og barnaansing eru, samstundis sum møtið er.

Sunnudagsskúlin
Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag, samstundis sum møtið er. Fyrsta partin av møtinum eru børnini saman við foreldrunum. Tá ein lítil hálvur tími er gingin, fara børnini í sunnudagsskúla og til barnaansing. Í sunnudagsskúlanum syngja børnini nógvar sangir saman, og síðani hoyra tey søgu. Tey børn, sum eru ov lítil ella ikki orka at lurta eftir søgu, eru til barnaansing. Eftir søguna eru spøl og ítriv á skránni. Tá møtið er liðugt, koma foreldrini eftir børnunum, og øll eta eina lætta máltíð.

Bønamøti
Síðsta mánakvøld í hvørjum mánaði kl. 20 er bønakvøld í Kristnastovu. Vit byrja við einum drekkamunni og práti. Síðani verða ymisk bønaevni løgd fram, sum vit so biðja fyri. Umleið kl. 21 práta vit við onkran trúboðara umvegis skype. Bønamøtini verða hildin í stovuni uppiá, og eru sera óformell.

Eldrasamkomur
Einar 2 til 3 ferðir um árið bjóða vit eldri føroyingum til eina hugnaløtu við sangi, boðskapi og einum góðum bita.

Kristnastovulegan
Hvørt heyst verður skipað fyri legu. Legan liggur í seinnu helvt av heystferiuni hjá donsku skúlunum – frá hósdegi til sunnudag.

Kvøldseta fyri nýggjar útisetar
Í septembur mánaði er eitt serligt hugnakvøld fyri tey, sum eru nýggj í Keypmannahavn.

Onnur tiltøk
Av og á verður skipað fyri eyka tiltøkum. Til dømis er kvinnudagur einaferð um árið, eitt tiltak í Føroyahúsinum av og á og ymisk tiltøk um jóltíðir.

Øll tiltøk í og út frá Kristnastovu verða lýst á heimasíðuni. Til ber eisini at tekna seg til at fáa teldupost um tiltøk í Kristnastovu. Hetta gert tú við at skriva tína teldupostadressu í teigin til høgru undir “Kristnastovutíðindi”.

Skriv et svar