Kristnstova letur upp aftur

Samkomur hava nú fingið loyvið til at lata upp aftur, tó við ávísum treytum. Fyri okkum í Kristnastovu merkir tað, at pláss er bert fyri umleið 30 fólkum til møtini fríggjakvøld kl. 20 og sunnudag kl. 11. Tí er neyðugt at melda seg til annað av møtunum frammanundan (sí niðanfyri).


Bæði møtini verða stroymd – fríggjakvøld á facebook-síðuni hjá Kristnastovu, sunnudag  á interna bólkinum. Tað er bert tey, sum luttaka í sangi, tónleiki og talu, sum koma uppá stroymingina. Neyðugt er at møta í góðari tíð, og ikki seinni enn 10 min. áðrenn møtið skal byrja.

Breyðbróting verður bæði fríggjakvøld og sunnudag. Fríggjakvøldið verður breyðbrótingin eftir at liðugt er at stroyma. Sunnudag ber til at verða við til breyðbrótingina heimanífrá sum higartil. Annars verður skráin til møtini tann saman, sum hon hevur verið síðstu vikurnar. 

Vit koma at syngja á møtunum og tí skulu vit øll sita 2 metrar burtur frá hvør øðrum. Stólar eru settir upp í lógligari frástøðu. Húsfólk kunnu tó sita saman.  

Eftir møtini verður ein drekkamunnur at fáa. Greitt verður nágreiniligari frá í Kristnastovu, hvussu drekkamunnurin fer fram. 

Vit taka ímóti fólki í gongini, og vit vegleiða og vísa, hvar til ber at sita. 

Tilmelding til møtini fer fram við at ringja til okkum á tlf. 52 16 98 76 ella skriva til okkara á kristnastova@kristnastova.dk