Kristnastovulegan 2023

Hjartaliga vælkomin á Kristnastovulegu á Nordsjællands Efterskole.


KRISTNASTOVULEGAN 2023
Komið burtur úr stórbýinum og njótið eitt langt vikuskiftið saman við øðrum føroyingum “ude på landet”. Her verður nakað fyri stór og smá, bæði til likam og sál.
Á skránni verða bíbliutímar, barnaløtur, postarenning, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál og snobrød, og ikki at gloyma fríløturnar, tá fólk sita og práta, fara ein túr ella bara njóta at vera á legu!
Regin Guttesen hevur bíbliutímarnar.
Legugjald:
Vaksin: kr. 500. (kr 470 um komið verður fríggjadag).
Børn (goldið verður fyri maks 2 børn pr familju): kr 100.
Børn 0-1 ár: ókeypis.
Eindagstúr uttan at sova: vaksin: kr. 200, børn: kr. 50.
Meldið tykkum til skjótast tilber, seinasta freist er 9. oktobur.
Tilmelding fer fram við at gjalda legugjaldið á kontu 1551-2254808 ella við Mobilepay á telf. 85201 (Viðmerk navn/nøvn á teimum, sum gjaldið er fyri).
Praktiskt ting í samband við leguna, verða kunngjørd seinni.
Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at spyrja Jákup (27538461), Egil, Kristinu E., Kirstin L., Kirstin V.H., Andrias ella Hildigunn. 

Leinkja til eventið á Facebook https://fb.me/e/1qGVuryIV