Indlæser Begivenheder

Tidligere Begivenheder

Begivenheder Search and Views Navigation

februar 2019

Sunnudagsmøti

3 februar kl.11:00 - 13:00

Sunnudag er møti kl. 11. Møtið byrjar við sangi og tónleiki, og hildið verður síðani áfram við fríari tilbiðan, breyðbróting og undirvísing úr Bíbliuni. Eftir møtið er ein lættari máltíð at fáa. Sunnudagsskúli er samstundis sum møtið er. Á kallendaranum kanst tú síggja hvat verður á møtinum.

Læs mere »

Samkomufundur

4 februar kl.19:00 - 22:00

Einaferð um árið er samkomufundur í Kristnastovu. Tá savnast vit fyri at práta um, hvussu tað gongur og hvussu vit skulu gera frameftir. Nøkur av teimum mest týðandi viðurskiftunum í samkomuni verða viðgjørd, og greitt verður frá ymiskum tænastum.

Læs mere »

Fríggjakvøldsmøti

8 februar kl.20:00 - 22:00

Á møtinum fríggjakvøldið 8. februar kl. 20 talar John Árnason um “tey, sum fóru út frá okkum” (1. Jóh. 2:19-21).

Læs mere »

Sunnudagsmøti

10 februar kl.11:00 - 13:00

Sunnudagin 10. februar kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Øssur Berghamar – við teksti frá 1. Sámuelsbók 18.

Læs mere »

Fríggjakvøldsmøti

15 februar kl.20:00 - 22:00
Kristnastova, Birmavej 36
København, Sundbyerne 2300 Danmark

Fríggjakvøldið kl.20 verður evnið "Hví og hvussu lesi eg Bíbliuna?". Møguleiki verður hjá okkum øllum at deila ymiskt hesum viðvíkjandi; eitt nú skriftbrot, sum vit eru glað fyri, praktisk tips til bíbliulesnað ella eitthvørt annað. Eisini verða onnur smærri innsløg á skránni.

Læs mere »

Sunnudagsmøti

17 februar kl.11:00 - 13:00
Kristnastova, Birmavej 36
København, Sundbyerne 2300 Danmark

Sunnudag er møti kl. 11. Møtið byrjar við sangi og tónleiki, og hildið verður síðani áfram við fríari tilbiðan, breyðbróting og undirvísing úr Bíbliuni. Eftir møtið er ein lættari máltíð at fáa. Sunnudagsskúli er samstundis sum møtið er. Á kallendaranum kanst tú síggja hvat verður á møtinum.

Læs mere »
+ Eksporter begivenheder