Indlæser Begivenheder

« All Begivenheder

  • Denne begivenhed er allerede afholdt.

Kristnastovulegan

19 oktober - 22 oktober

Komið burtur úr stórbýinum og njótið eitt langt vikuskiftið saman við øðrum føroyingum “ude på landet”. Her verður nakað fyri stór og smá, bæði til likam og sál.

Á skránni verða bíbliutímar, barnaløtur, postarenning, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál og snobrød, og ikki at gloyma fríløturnar, tá fólk sita og práta, fara ein túr ella bara njóta tað at vera á legu!

Sámal Mikkelsen kemur at vera saman við okkum og hava bíbliutímarnar. Evnið verður Jesus og boðskapur Hansara.

 

Legugjald á kontu 1551-2254808 ella við MobilePay tlf. 93957250  (Viðmerk navn/nøvn á teimum, sum gjaldið er fyri).
Vaksin: kr. 480. (kr 450 um komið verður fríggjadag).
Børn (goldið verður fyri maks 2 børn pr familju): kr 100.
Børn 0-1 ár: ókeypis.
Eindagstúr uttan at sova: kr. 200.

 

Praktiskir upplýsingar:

Legan byrjar hósdagin 19. oktobur kl.18.00 við nátturða.

Adressan til legustaði er:
Nordsjællands Efterskole
Aggebovej 34, 3200 Helsinge.

 

At hava við:
Dýnu ella soviposa, lak og evt kodda. Handklæði. Og gloymið ikki tannbust og Bíbliu! Góð klæðir og skógvar/stylvar til uttandurða- og innandurðaspæl. Á legustaðnum er bæði skógur og ítróttarhøll.

Bakstur til leguna:
Brúk er fyri skuffukakum, smákakum og bollum til leguna. Tí heita vit á tykkum um at hugsa um at baka til leguna. Tit eru vælkomin at siga okkum frá, hvat tit baka. Um baksturin er í Kristnastovu áðrenn hósmorgunin 19. okt, so kunnu vit taka hann við til leguna. Í Kristnastovu er góður frystikapasitetur.

Ferðast við toki:
Far við S-toki til Hillerød. Far síðani við Gribskov- og Hornbækbanen (Hillerød-Gilleleje-Helsingør). Far av við Gæsted station (ikki Græsted Syd station). Tit verða avheintað á tokstøðini. Ring til koyrisamskiparan: Grímur Kamban Mortensen á tlf: 42 57 51 55, tá tú nærkast Græsted st. 
Møguleiki verður at fylgjast við øðrum til legustaðið. Ætlandi er at fara frá Nørreport við s-toki, sum fer kl. 16.38 móti Hillerød. Eyðun Trúgvason (tlf: 60656979) verður ferðaleiðari, og vit møtast uttan fyri MacDonnald á nørreport, seinast kl.16.25, síðan fara vit oman til tokið.

 

Detaljer

Start:
19 oktober
Slut:
22 oktober

Sted

Kristnastova
Birmavej 36
København, Sundbyerne 2300 Danmark
Telefon:
+45 32 55 18 09
Hjemmeside:
www.kristnastova.dk