Hugnaløta 2. jóladag

Ert tú í Keypmannahavn á jólum? So er at koma út í Kristnastovu til hugnaløtu 2. jóladag kl. 14-17!

Vit fara at fáa okkum ein góðan bita saman, so fara vit eisini at syngja, spæla okkurt spæl og annars hugna okkum.

Sigið okkum frá, um tit hava hug at vera við til hugnaløtuna. Tit kunnu melda tykkum til á Facebook, við at ringja (32551809) ella við at skriva til okkara (kristnastova[at]kristnastova.dk).