Seinastu tímar Jesusar

Í teimum seinastu tímunum í lívinum hjá Jesusi, áðrenn Hann gevur upp sín síðsta andadrátt, eru tað serliga tvær hendingar, sum fyri meg peika á nakrar týdningamiklar sannleikar, og sum eg havi verið glaður fyri standa í Bíbliuni.

Fyrra hendingin kemur til sjóndar í Getsemane, har ið Jesus ger seg til reiðar at útinna sína størstu og síðstu uppgávu.

Hann fór nú út og fór, sum Hann var vanur, til Oljufjallið; og lærisveinarnir fóru eisini við Honum. Tá ið Hann var komin til staðið, segði Hann við teir: “Biðið um ikki at koma í freisting!” So fór Hann burtur frá teimum, okkurt um steinkast, fall á knæ, bað og segði: “Faðir, hevði Tú viljað tikið henda kalik frá Mær! Tó, verði ikki vilji Mín, men Tín!” Tá vísti eingil av Himli seg fyri Honum og styrkti Hann, Og Hann kom í deyðaangist og bað enn tráligari; sveitti Hansara varð sum blóðsdroppar, ið fullu niður á jørðina. (Lukas 22: 39-44)

Onga aðrastaðni í evangliunum síggja vit Jesus so óttafullan sum her. Jesus er deyðabangin! Bæði í Matteusi, Markusi og Lukasi verður dentur lagdur á at lýsa, hvussu intensur hesin traumatilstandurin er fyri Jesus. “Sveitti Hansara varð sum blóðsdropar, ið fullu niður á jørðina.” Og í neyð Hansara kemur eingil av Himli at styrkja Hann. Tað er bara eina aðrastaðni, vit lesa um einglar, ið koma til Jesus, og tað er eftir, at Jesus er vorðin freistaður í oyðimørkini í 40 dagar.

Kalikurin, ið Jesus biður Faðirin taka frá sær, er ein metaforur uppá alt tað, sum skuldi henda aftaná. Tað er ein mynd uppá tær líðingarnar, sum Hann skuldi fara ígjøgnum, og vreiði Guds, sum skuldi verða úthelt á Hann – fyri syndir okkara. Jesus visti alt hetta frammanundan, tí fáar tímar áðrenn fortelur Hann lærisveinum Sínum, at Hann skal doyggja og hvussu tað fer at henda.

“Abba, Faðir! Alt er Tær møguligt – tak henda kalik frá Mær! Tó, ikki sum Eg vil, men sum Tú vilt!” (Markus 14:36)

Orsøkin til, at júst hesi orð og hendan hendingin siga mær so nógv, er hon, at her sær man eina menniskjaligu síðu av Jesusi. Ofta kann tað vera ringt at sammanlíkna seg við Jesus, mest av tí at Hann er so fullkomin og góður uppá allir mátar; men ótti er nakað, sum vit øll kunnu relatera til. Hendan hendingin er eisini í einum størri høpi ein mynd uppá, hvussu nær Gud kemur menniskjanum. Í Jesusi blívur Gud okkum líkur. Gud blívur menniskja, Hann blívur atkomuligur, Hann blívur persónligur, soleiðis at vit kunnu relatera til Hann og Hann til okkum.

Tað kann verða ringt at fyrihalda seg til ein Gud, sum er har uppi í Himli onkrastaðni, sum vit ikki síggja, sum vit ikki kunnu seta okkum í samband við ella relatera til. Soleiðis er Gud ikki! Hann ynskir at koma okkum nær, liva saman við okkum og geva seg allan fyri okkum. Soleiðis ynskti Gud tað eisini frá upphavi heimsins, tá ið Hann skapti menniskjað í Edens urtagarði, har menniskjað kundu tosa við Gud andlit til andlit.

Tann iðrandi ránsmaðurin á krossinum

Seinna hendingin, sum eisini hevur sagt mær ómetaliga nógv, og sum peikar á ein annan týðandi sannleika, er tann við tí eina ránsmanninum, sum bleiv krossfestur saman við Jesusi.

Annar av illgerðarmonnunum, ið hingu har, spottaði Hann og segði: “Ert Tú ikki Kristus! Frels Teg sjálvan og okkum!” Men hin hevði at honum og svaraði: “Óttast heldur ikki tú Gud, tú, sum ert undir sama dómi? Og vit av røttum; tí vit fáa aftur tað, ið gerðir okkara hava uppiborið; men hesin hevur einki skeivt gjørt.” So segði hann við Jesus: “Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!” Hann svaraði honum: “Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!”(Lukas 23:39)

Tað er vert at hava í huga, at hesin sami ránsmaður stutt áðrenn, sjálvur hevði háðað og spottað Jesus. Men nú var okkurt broytt, sum hevði fingið ránsmannin til eitt umvendingarpunkt, beint áðrenn hann doyði. Tað er ilt at siga, hvat tað var, sum gjørdi, at hetta stolta og spottandi hjarta gjørdist eyðmjúkt yvir fyri Jesusi. Man kann royna at hugsa sær at hanga á krossinum har á Golgata og uppliva alt hetta, sum hesin illgerðarmaður upplivdi og at hanga har við síðunar av Jesusi. Kanska kendi hann eitt sindur til Jesus, kanska hevði hann sæð Jesus virka, grøða menniskju ella hoyrt Jesus tala. Kanska hevði hann hoyrt Jesus siga: “Faðir fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!” (Lukas 23:34). Eg veit ikki, men tað, sum eg haldi, er so stórt við hesum, er hetta: Ránsmaðurin hevði onki at vísa á, ikki eina reina revsuváttan, ongan dóp og nokk heldur ikki eitt lív við mongum góðum gerningum; hann kundi bert siga hesi orðini við Jesus: “Harri, minst til mín, táið Tú kemur í ríki Tínum!”

Hann svarði honum: “Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!”

Hendan hendingin sigur mær, at tað er einki, vit skulu ella kunnu gera fyri at vinna okkum frelsu og ævigt lív. Bert við trúgv á Harran Jesus er hetta møguligt. Hesin illgerðarmaður sá sín óreinleika og sá Hansara reinleika, heilagleika, kærleika og náði. Mátti tað verið soleiðis eisini við okkum.

Lucas B. Ceni