| Úr Orðinum: | Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd - Esaias 53,5 |
Vit í Kristnastovu taka fegin ímóti brúktum frímerkjum, sum vit selja frímerkjasavnarum. Peningurin av søluni er eitt íkast til raksturin hjá Kristnastovu.
- Vit taka fegin ímóti øllum brúktum frímerkjum.
- Føroysk frímerki hava lutfalsliga størri virði enn útlendsk frímerki.
- Av teim útlendsku hava grønlendsk og íslendsk størsta virðið.
- Nýggjastu frímerkini hava meira virði enn tey gomlu (frímerkjasavnarar eiga tey gomlu!).
- Frímerkini verða seld eftir vekt, og klippast skal tí passaliga burtur av brævbjálvanum – sí niðanfyri.
- Skrødd frímerki kunnu ikki seljast.
- Tað er ein stór hjálp, um frímerkini eru klipt, áðrenn vit fáa tey.
- Lat ½-1 cm av pappíri vera eftir rundan um frímerkið – sí mynd.
- Ikki er neyðugt at hava alt stemplið við, tí savnarar dampa frímerkið av pappírinum.
- Skil frímerkini í hesar bólkar: