Spælistova

26. april 2019

Kl. 11:00

Fríggjadagin 26. apríl kl. 11-13.30 er spælistova fyri foreldur og børn. 

Páskadagur

21. april 2019

Kl. 11:00

Á møtinum páskadag, 21. apríl kl. 11, fegnast vit um tómu grøvina og fagna hinum upprisna Kristusi. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Niels Pauli Nónstein. Sunnudagsskúli er sum vanligt. 

Langafríggjadagur

19. april 2019

Kl. 20:00

Á møtinum langafríggjadag, 19. apríl kl. 20, fara vit í orði, upplestri og sangi at savna okkum um Jesu líðing og deyða fyri okkum. Móti endanum av møtinum hevur Øssur Berghamar eitt orð. 

Sunnudagin

14. april 2019

Kl. 11:00

Sunnudagin 14. apríl kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Else og Poul Jóhan Djurhuus luttaka.

Fríggjakvøldið

12. april 2019

Kl. 20:00

Á møtinum fríggjakvøldið 12. apríl kl. 20 luttaka Hervør og Kári á Torkilsheyggi við sangi og talu.

Sunnudagin

7. april 2019

Kl. 11:00

Sunnudagin 7. apríl kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Andrew Berghamar.  

Fríggjakvøldið

5. april 2019

Kl. 20:00

Fríggjakvøldið
Á møtinum fríggjakvøldið 5. apríl kl. 20 talar Andrew Berghamar. Talan, sum verður á donskum, hevur heitið: Kunsten at holde fast i det basale. 

Spælistova fríggjadagin

5. april 2019

Kl. 11:00-13:30

Spælistova fríggjadagin
Fríggjadagin 5. apríl kl. 11-13.30 er spælistova fyri foreldur og børn. Vit fáa ein drekkamunn, práta og hugna; vit syngja saman við børnunum, hoyra eitt orð úr Bíbliuni og biðja. Verið hjartaliga vælkomin og bjóðið øðrum við :)

Bønarkvøld

1. april 2019

Kl. 20:00

Mánakvøldið er bønarkvøld í Kristnastovu, í stovuni uppiá.

Sunnudagin

31. marts 2019

Kl. 11:00

er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Kári Østerø úr Klaksvík.