Sunnudagin 17. novembur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Niels Pauli Nónstein.
Fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið 15. novembur kl. 20 er lovsongsmøti í Kristnastovu. Nógvur sangur verður og so hoyra vit eisini tveir vitnisburðar.
Sunnudagur
Sunnudagin 10. novembur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Jákup Hansen um kvinnuna við Sikarsbrunn (Jóh. 4).
Fríggjakvøld
Á møtinum fríggjakvøldið 8. novembur kl. 20 fáa vit vitjan av Kára Østerø úr Klaksvík. Kári kemur at tala um at hava dirvi í Harranum út frá Róm. 1:16 og Fil. 1:12-20.
Spælistova
Fríggjadagin 8. novembur kl. 11-13.30 er spælistova í Kristnastovu fyri foreldur og børn.
On Guard: Lesibólkur
Týskvøldið 12. novembur kl. 19 byrjar lesibólkur í Kristnastovu og verður annan hvønn týsdag. Vit lesa ein ella tveir kapitlar í bókini "On Guard" hjá William Lane Craig, og hittast so fyri at práta um innihaldið. Øll eru vælkomin, og áhugað kunnu melda seg til hjá Niels Paula Nónstein á Facebook ella nonstein[at]gmail.com.
Sunnudagin
Sunnudagin 3. novembur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Niels Pauli Nónstein.
Fríggjakvøldið
Á møtinum fríggjakvøldið 1. novembur kl. 20 luttaka Susan og Øssur Berghamar.
Bønakvøld
Mánakvøldið 28. oktobur kl. 20 er bønakvøld í Kristnastovu.
Sunnudagin
Sunnudagin 27. oktobur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli. Eftir takkarløtu og breyðbróting talar Andrew Berghamar um at stríða lívsins góða stríð við Guds hjálp (Efesus 6). Minnist, at klokkan verður flutt ein tíma aftur í nátt :)