Leygardagin 22. februar

Dora Nónstein

22. februar 2020

Kl. 10.00

Kl. 10-13 handarbeiðsdagur

Hevur tú fingið hol á eina blusu?
Hevur tú hug at seyma títt egna innkeypsnet?
Ella hevur tú bara hug at møtast við øðrum ein leygarmorgun og evna okkurt?
So er høvið her.

Vit hava 3 seymimaskinur, seymiamboð, toy til innkeypsnet, papír og lím, lørit og máling, tógv, og nógv góð hugskot. (Um onkur eigur eina seymimaskinu, so er hon meira enn kærkomin við).

Vit vera saman í einar 3-4 tímar. Á middegi fáa vit okkum ein frokostbita og eitt orð frá Bíbliuni.

Øll eru vælkomin at vera við. Meldið tykkum til her, á facebook, við at skriva til kristnastova@kristnastova.dk ella við at tosa við aðra av okkum báðum.

Kærar heilsur
Sólva og Dora