Christmas Child 13. oktobur

Aftur í ár fara vit í Kristnastovu at savna skógvaeskjur til Christmas Child.

Øll eru vælkomin at vera við 🙂 
Freistin at lata skógvaeskjuna inn er 13. okt. 🎁

Møtið sunnudagin 13. oktobur verður eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Aftrat breyðbróting og talu, verður okkurt serligt til børnini. Børnini koma at bera pakkarnar til Christmas Child inn í salin, og vit fáa vitjan av tveimum nýggjum sunnudagsskúla-vinum.

Lesið meira um Christmas Child á christmaschild.fo