Árliga legan hildin í heystfrítíðini

40 ár eru liðin, síðani Kristnastova skipaði fyri tí allarfyrstu leguni, sum varð hildin á Kongelejren í Norðursjællandi. Og framvegis verður árliga legan hildin nakað norðan fyri Keypmannahavn – nú eitur staðið Norðursjællands Efterskole.

Í døgunum 20. til 23. oktober var so enn einaferð lega á hesum staði, har vit hava verið í mong ár, og hon savnaði um 130 fólk.

Oddur á Lakjuni hevði bíbliutímarnar og gekk í gjøgnum Lukasar evangeliið á ein sera livandi og gevandi hátt. Men nógv annað áhugavert var eisini á skránni, sum var gott fyri likam og sál – og teir mongu luttakararnir tóktust at hugna sær væl millum tey ymsu, fjølbroyttu tiltøkuni, sum fóru fram.

Øssur